Tíðindi
December 2023

Tríggir arktiskir felagsskapir innan burðardygd hittast fyri fyrstu ferð

Tríggir arktiskir felagsskapir innan burðardygd hittast fyri fyrstu ferð

4. desember fóru 14 fólk frá føroyska og grønlendska vinnulívinum til Íslands at vitja leiðandi íslendskar fyritøkur, sum arbeiða við veðurlag og náttúru. Hetta er fyrstu ferð, at fyritøkur frá teimum trimum felagsskapunum, sum fáast við burðadygd, CSR Greenland, Burðardygt Vinnulív og FESTA í Íslandi, hittast fyri at vitanardeila og læra av átøkum hjá hvør øðrum í mun til veðurlags- og náttúruvandar. Ferðin, sum lutvíst er stuðlað av NORA, varir í fýra dagar og fevnir millum annað um faklig upplegg frá serfrøðingum og vitjanir hjá Eimskip, Brim, Marel, Landsbankinn, Iceland Air og The Carbfix carbon storage project. Luttakandi fyritøkur eru: Air Greenland, Betri Banki, Burðardygt Vinnulív, Christian í Grótinum, CSR Greenland, Føroya Tele, J&K Petersen, MEST, Nalik Ventures, Ramboll og SMJ.